Um Bergsteinar

Jeffri Berg, ið hevur stovnað Bergsteinar Steinhøggarí, hevur arbeitt sum steinhøggari í 10 ár. Tá Jeffri í 2006 varð útlærdur, var sveinastykkið so væl avrikað, at hann var løntur við einum heiðursmerki.


Jeffri starvast í løtuni í Raadvad Stenhuggeri í Danmark, har arbeitt verdur vid einari stórari skulpturverkætlan til Fredensborg Slot. Eisini hevur Jeffri arbeitt vid fleiri donskum myndahøggarum, og hann hevur tí sera drúgvar royndir innan skulpturarbeiði.


Jeffri ger alt steinhøggarí, so sum steintún, steinfasadir, granitt trappir, gávulutir, gravsteinar o.a. Jeffri hevur gjørt nógvar gravsteinar, og hevur tí sera stóran kunnleika innan økið. Tískil er møguligt hjá kundanum at venda sær til Bergsteinar við serligum ynksjum um snið og skap til gravsteinin.